Í fjør vórðu um 12.700 rættindaskjøl av ymiskum slagi tinglýst. Hetta er nakað tað sama sum tey fýra árini frammanundan. Tað skrivar Hagstovan á heimasíðu síni.
Áðrenn fíggjarkreppuna í 2008 var talið av tinglýsingum um 20.000 árliga, men minkaði niður í helvt árini 2009 til 2014. Síðani hevur talið verið millum 12.000 og 14.000.
Tinglýsing er almenna skrásetingin hjá avvarðandi landsmyndugleika av rættindum yvir fastari ogn, so sum húsum o.ø. bústøðum, grundstykkjum og jørð, servituttum, akførum og ymiskum leysafæ.
Tinglýstu skjølini kunnu vera skeyti og onnur ognarheimildarskjøl, lániskjøl, hjúnarsáttmálar, skjøl um avmarkingar í rættindum (servituttir), skjøl um leysafæ og annað.
Nógv flestu tinglýstu skjølini eru viðvíkjandi fastognum, so sum skeytum og øðrum ognarheimildarskjølum, lániskjølum o.ø. viðv. fastogn. Hesi eru 71 prosent av øllum. Lániskjøl og annað viðvíkjandi akførum eru 26 prosent, og síðstu 3 prosentini eru viðvíkjandi leysafæ.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald