Tá ið føroyingar stroyma sjónvarpsrøðir frá Netflix, senda teir nógvar pengar av landinum, sum eiga at koma í landskassan, vísir kanning frá Javnaðarflokkinum á Fólkatingi.
Tá ið føroyingar rinda fyri síni hald av talgildum tænastum sum Spotify, Netflix, Viaplay og HBO, ella ogna sær appir og spøl til talgildu tólini, verður meirvirðisgjald lagt oman á gjaldið. Av røttum eigur meirvirðisgjaldið at vera borið landskassanum aftur, men í løtuni rennur peningurin beint av landinum. Og tað er brot á lógina.
Hvørja ferð føroyingar rinda fyri atgongd til tónleik, sjónvarpsrøðir og filmar, fer ein fimtapartur beint av landinum. Tilsamans er leysliga mett talan um 13,5 milliónir um árið, sum skuldu komið í landskassan. Hetta er ein upphædd, sum veksur hvørt ár, men einki verður gjørt fyri at fáa hana inn.
Sambært brúkarakanning, sum Spyr.fo hevur gjørt fyri Javnaðarflokkin á fólkatingi, eru føroyingar ídnir brúkarar av talgildu tænastunum, og hava ofta fleiri tænastur í hvørjum húski. Summi húski halda fleiri stroymingstænastur, umframt at húsfólkini keypa fleiri appir, forrit og spøl til sínar teldur, snildfonir, teldlar og stýristøðir (t.d. Playstation).
- Í kanningini verður hugt nærri at, hvussu nógv hesar tænasturnar verða brúktar í føroysku húskjunum, og síðani mett um hvussu stórt tað samlaða meirvirðisgjaldið er. Vit hava enntá tikið útgangsstøðið í bíligastu prísunum í kostnaðarskránni, og tí er upphæddin, sum vit eru komin fram til helst í lægri lagi, sigur Sjúrður Skaale fólkatingslimur fyri Javnaðarflokkin.
Sjúrður Skaale hevur áður spurt donsku stjórnina um málið, og í sambandi við hesa kanningina, hevur hann havt samband við føroysku og donsku myndugleikarnar á økinum.
- Men lítið og einki er hent í málinum, og framvegis manglar ein dagføring av lóggávuni, umframt at seta av neyðugu umsitingarligu orkuna, soleiðis at hesir pengarnir ikki fara av landinum sum nú, sigur Sjúrður Skaale.
Tá føroyingar lýsa á Facebook, sum millum annað nógv verður gjørt upp undir val, er MVG ikki partur av rokningini. Men tá skulu til dømis flokkar og valevni sjálvi boða TAKS frá, hvussu nógv lýst er fyri, og síðani rinda 25 prosent í MVG. Her er lóggávan greið - men tað er kanska meira ivasamt, hvussu nógv vita av, at MVG skal rindast. Tí er hugsandi, at alt MVG'ið heldur ikki í hesum føri kemur í landskassan.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald