Innanlands

14 fólk avbyrgd

Bara ein persónur sum hevur fingið staðfest coronavirus, men 14 fólk eru nú í sóttarhaldi

Tað var á tíðindafundi í Heilsumálaráðnum í morgun, at Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður, boðaði frá, at ein føroyingur hevði fingið staðfest coronavirus (Mynd: Sverri Egholm)

Tað var á tíðindafundi í Heilsumálaráðnum í morgun, at Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður, boðaði frá, at ein føroyingur hevði fingið staðfest coronavirus (Mynd: Sverri Egholm)

2020-03-04 22:12 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Eftir at fyrsti føroyingurin hevur fingið staðfest corona-virusið, eru í alt 14 fólk avbyrgd.

Tað hevur Lars Fodgaard Møller, landslækni, gjørt av, eftir at hann hevur kannað teir persónar, sum smittaði føroyingurin hevur verið í samband við.

Hesum boðar Heilsumálaráðið frá í kvøld.

Tað er framvegis bara ein persónur í Føroyum , sum hevur fingið staðfest corona-virusið. Hini trý í húsarhaldinum hjá viðkomandi eru øll kannað, og øll úrslitini vóru negativ.

Smittaði føroyingurin og húski hansara verða øll avbyrgd við hús komandi 14 dagarnar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder