Innanlands

14 tosaðu í telefon meðan tey koyrdu

Løgreglan støðgaði í gjár nógvum fólkum, sum hildu í telefonini, meðan tey koyrdu. Hetta gevur eina bót men ikki klipp - sum nú er

Millum klokkan 11 og 13 í gjár støðgaði løgreglan nógvum bilførarum í høvuðsstaðnum, sum tosaðu í telefon á ólóligan hátt. Hesi fólkini fingu eina bót á 1.000 krónur hvør (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Millum klokkan 11 og 13 í gjár støðgaði løgreglan nógvum bilførarum í høvuðsstaðnum, sum tosaðu í telefon á ólóligan hátt. Hesi fólkini fingu eina bót á 1.000 krónur hvør (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-05-15 07:56 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Millum klokkan 11 og 13 í gjár støðgaði løgreglan nógvum bilførarum, sum tosaðu í telefon á ólógligan hátt.

Hetta merkir, at viðkomandi bilførarar hildu telefonini við aðrari hondini, meðan koyrt varð.

Tað gevur eina bót á 1.000 krónur. í Danmark er revsingin eitt klipp, umframt ein bót, men tað er ikki komið har til enn í Føroyum. Broytingar í ferðslulógini eru tó á veg, og har verður tað "at tosa í hondhildnari telefon" í.

Vatkleiðarin á løgreglustøðini í Havn sigur í morgun, at talan var um 14 slík mál. Øll vóru í høvuðsstaðnum.

Nummarplátur og húsaófriður

Vaktleiðarin segði eisini, at tríggjar nummarplátur vórðu tiknar í Eysturoynni seint í gjárkvøldið. Hetta var vegna ymiskt óregluligt við bilunum.

Nakað av húsaófriði var á einum bústaði í høvuðsstaðnum. Løgreglan fór á staði fyri at mekla.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder