2021-04-12 11:48

Fríggjadagin vórðu 434 fólk koppsett fyri koronu. Av teimum fingu 410 fyrru koppsetingina, og 24 fingu seinnu koppsetingina.
Nú eru tilsamans 11.930 koppsetingar gjørdar í Føroyum – 7.755 hava fingið fyrru koppsetingina, og 4.175 av teimum eru liðugt koppsett.
Hetta svarar til, at 14,6 prosent av fólkinum í Føroyum nú hava fingið fyrru koppsetingina, meðan 7,9 prosent eru liðugt koppsett.
Koppsetingin á teimum trimum sjúkrahúsunum heldur fram alla hesa vikuna, og miðskeiðis í komandi viku kemur ein nýggj sending við uml. 5.200 skamtum av koppingarevni, skrivar corona.fo.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald