Innanlands

15 valstøð: Fólkaflokkurin gongur nógv fram

Serliga norðoyingar standa saman um Fólkaflokkin hesaferð

Sær út til at veljararnir í Norðoyggjum standa saman um Fólkaflokkin hesaferð. Myndin er úr valstaðnum í Klaksvík (Mynd: Sverri Egholm)

Sær út til at veljararnir í Norðoyggjum standa saman um Fólkaflokkin hesaferð. Myndin er úr valstaðnum í Klaksvík (Mynd: Sverri Egholm)

2019-08-31 20:43 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Fyrstu úrslitini eru nú við at koma inn, og ábendingin er, at Fólkaflokkurin gongur nógv fram. Enn eru bert smá valstøð komin inn, men ein heilt greið ábending er, at Fólkaflokkurin fer at ganga heilt nógv fram í Norðuroyggjum, serliga.

Eitt dømi um góða úrslitið hjá Fólkaflokkinum í Norðoyggjum er Mikladalur, har Fólkaflokkurin fekk 11 atkvøður seinast, men nú er komin upp á 21 atkvøður, sum er 67,7 prosent av øllum atkvøðunum.

Í Árnafirði hevur listi A fingið 22 atkvøður, sum svarar til helmingin av teimum 44 atkvøðunum, sum eru givnar í bygdini hesaferð.

Ein onnur ábending er, at Sjálvstýri fær gott val í Suðuroy, nú Kristin Michelsen, borgarstjóri á Tvøroyri er komin á listan.

Í Fámjin gongur flokkurin fram úr ongum upp á 13,

Tá 15 valstøð vóru komin inn, var Fólkaflokkurin nógv størstur við 32,6 prosentum av atkvøðunum.

Síðan komu:

Javnaðarflokkurin 23,2%
Sambandsflokkurin 14,7%
Tjóðveldi 14,7%
Sjálvstýri 6,1%
Miðflokkurin 3,9%
Føroyaflokkurin 2,6%
Framsókn 1,8%
Framtakið 0,4% 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder