Arbeiðið at byggja umlættingar- og rehabiliteringsdepilin í Hoyvik gongur so væl, at avgjørt er at hava reisigildi longu á grækarismessu.
Í dag vitjaði Annika Olsen, borgarstjóri, arbeiðsplássið saman við embætisfólki úr umsitingini. Á lítlari samkomu fegnaðist hon um, at arbeiðið gongur væl, og at nú nærkast til at hendan sjáldsama slóðbrótandi verkætlanin verður veruleiki.
Byggiarbeiðið varð boðið út í heildararbeiðstøku millum tríggjar arbeiðstakarar. MT Højgaard saman við Lofti arkitektum átti vinnandi uppskotið.
Depilin er liður í arbeiðnum hjá Heilsu- og umsorganartænastuni at veita mennandi tilboð til heimabúgvandi eldri borgarar, samstundis sum økt verður um føstu búplássini á røktarheimi.
Roknað verður við, at umleið 150 borgarar koma at hava uppihald á deplinum um árið. Serliga nógv er gjørt burturúr hentleikum og umstøðum til felags tiltøk og venjingar, við serliga góðum hølum til ergo- og fysioterapi.
Samdøgursrehabiliteringin er týðandi liður í at menna og styrkja heimabúgvandi borgarar til framhaldandi at liva eitt virkið og gott lív heima.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald