Innanlands

150 fólk søgdu gomlu brúnni farvæl

Í dag verður brúgvin um Stórá tikin niður

(Mynd: Kjartan Madsen)

(Mynd: Kjartan Madsen)

2024-06-14 09:03 Author image
Sverri Egholm
placeholder

- Ein minnilig løta, skrivar Eyðstein Zachariasen, varaborgarstjóri í Sunda kommunu og íbúgvi í Streymnesi.

Í gjárkvøldið varð skipað fyri tiltak á brúnni um Stóra í sambandi við, at hon verður tikin niður.

Omanfyri 150 fólk vóru við til at siga brúnni farvæl og ein felags mynd varð tikin.

Farleiðin um Stórá er aldargomul. Fyrsta brúgvin varð bygd um ánna í 1920’unum. Nýggjari brúgv varð síðan bygd miðskeiðis í 1950’unum, og tað er hendan brúgvin sum nú verður skift út við eina nýggja. Nýggja brúgvin skal eftir ætlan verða liðug í oktober ella november.

Tað er fyritøkan Malltek, sum ger arbeiðið fyri Sunda kommunu.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder