placeholder
Innanlands

150 nýggjar búeindir skulu skjótt gerast á Stórubrekku

Kontrast vann útboðið við lægsta tilboði. Stóri fólkavøksturin í høvuðsstaðnum krevur áhaldandi útstykkingar. Í mai var vøksturin 2,3 prosent í høvuðsstaðnum, og fólkatali er komið uppá 22.144,

Mynd: Tórshavnar kommuna

Mynd: Tórshavnar kommuna

2020-06-14 14:39 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tórshavnar kommuna skrivar á heimasíðu sínari, at nú verður skjótt farið undir at gera út ímóti hálvtannaðhundrað nýggjar búeindir á Stórubrekku.

Les eisini: Stór útstykking á Stórubrekku

Kontrast vann útboðið við lægsta tilboði, tá útstykkingin av varð boðin út. Umsitingin hevur síðan mælt til at fara í samráðingar við Kontrast um ráðgevarasáttmála.

Stóri fólkavøksturin í høvuðsstaðnum krevur áhaldandi útstykkingar, skrivar kommunan. Í mai var vøksturin 2,3 prosent, og fólkatalið er komið uppá 22.144, sum er met. Mælt varð býráðnum til at játta 2.3 milliónir til ráðgeving. Játtanin varð samtykt á býráðsfundinum hóskvøldið.

Tað merkir, at umsitingin nú fer í realitetssamráðingar við Kontrast um ráðgevarasáttmála. Tá semja er um sáttmálan, verður málið lagt fyri nevnd aftur til endaliga støðutakan. Vónin er, at spakin verður settur í í heys

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder