Tú hevur 150.000 krónur á hondini, men hevur ein møguleika afturat at vinna 1,1 millión krónur. Hvat gert tú.
Hesari støðuni var Sanna Davidsen í Runavík í, í Gekkinum, sum var í kvøld.
Gekkaupphæddin var annars 3,1 milliónir í kvøld, men Oddva Nesstein sum ringdi inn fyri mammu sína Sannu Davidsen, valdi at deila vinningin í trý, so 1,1 millión var í hvørjum leypi.
Í fyrsta snari lendi hon á 20.000 krónur, og nú fyrsta snar verður faldað við fýra, hevði hon tryggjað mammu síni 80.000 krónur. Í øðrum snari sá uppaftur betri út, tó at tað ikki kom upp á milliónina. Tá lendi Oddva á 50.000 krónur, sum gav 150.000 krónur.
Og tað er her, at tann torføra avgerðin kemur. Tí 150.000 krónur eru nógvir pengar, men nær hevur tú møguleika at vinna eina millión.
Tingast bleiv aftur og fram hoyrdist í telefonini, og tað var trupult at taka nakra avgerð. Tá avtornaði bleiv roynt eina síðstu ferð.
Hóast tað ikki eydnaðist at vinna milliónina, lendi hon á 30.000 krónur, og hetta gav 60.000 krónur. Tað er nú ikki so galið.
Næsta fríggjakvøld verður Gekkurin 3,2 milliónir krónur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald