Innanlands

1.587 fáa lønarískoyti frá ALS

Talið er minkað við fleiri enn 200 seinastu vikuna – Millum teirra eru flest menn, og meginparturin býr í Suðurstreymoy

Mynd: Sverri Egholm

Mynd: Sverri Egholm

2020-06-21 11:10 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í løtuni fáa 1.587 fólk lønarískoyti. Talið minkað við fleiri enn 200 seinastu vikuna, vísa seinastu hagtølini hjá ALS.

Fyri einum mánað síðani var talið hægri enn 2.000. Hægsta talið var 4. apríl, tá 4.320 fólk fingu lønarískoyti.

Av teimum 1.587, sum fáa lønarískoyti í løtuni eru 745 kvinnur og 842 menn. Meginparturin av teimum eru í Suðurstreymoy – 656. Minsta talið er í Sandoynni, har 83 fólk fáa lønarískoyti.

Talið á fólki, sum fáa vanligan arbeiðsloysisstuðul frá ALS er 441. Av teimum eru 239 kvinnur og 202 menn. Hægsta talið er í Suðurstreymoy – 160, og lægsta talið er í Sandoynni – sjey.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder