Innanlands

16 ára gamal drongur tikin fyri at koyra bil í nátt

Drongurin er skuldsettur fyri brot á ferðslulógina. Eigarin av bilinum er uttanlands, og hevur løgreglan tí tikið lyklarnar.

Savnsmynd: Jens Kr. Vang

Savnsmynd: Jens Kr. Vang

2019-11-30 09:48 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Um klokkan tvey í nátt varð ein bilur steðgaður í høvuðsstaðnum. Tveir dreingir vóru í bilinum, og tað vísti seg, at talan var um tveir 16 ára gamlar dreingir, og høvdu teir sostatt ikki loyvi at koyra.

Førarin verður skuldsettur fyri brot á ferðslulógina.

Vaktleiðarin á politistøðini sigur, at hetta var aðru ferð, at ein 16 ára gamal varð tikin fyri at koyra hendan bilin ólógliga. Hin 16 ára gamli drongurin, sum sat í bilinum koyrdi nevniliga bilin hósdagin.

Hósdagin fekk eigarin av bilinum eisini bót fyri at loyva einum 16 ára gomlum at koyra bilin, men eigarin er í løtuni uttanlands, og tí er ógreitt, um hann visti av, at teir 16 ára gomlu dreingirnir høvdu bilin í nátt.

Løgreglan hevur nú tikið billyklarnar, og kann eigarin koma á politistøðina eftir teimum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder