Kalas hevur givið út sítt fyrsta jólastaklag. Talan er um eina instrumentala tulking av føroyska jólaklassikaranum „Jóladreymur“, upprunaliga eftir Terja Rasmussen og Anker Eli Petersen.
Fyri Kalas er lagið knýtt at góðum barnaminnum, og verða tær mintar á ta serligu jólakensluna, har alt kennist eitt sindur meira dreymakent. Somuleiðis halda tær, at sangurin varpar ljós á, hvat jólini í veruleikanum snúgva seg um: at vera saman við teimum, man er góður við.
Við síni tulking, gevur Kalas tí vælkenda lagnum ein nýggjan dám. Útsetingin er løtt og fólkatónleikakend, og gevur lagnum ein heitan, livandi og spælandi karakter.
Við hesum vónar Kalas, at bera jólagleði út til øll, sum lurta.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald