
Tá fyrsta bylgjan av korona rakti Evropa í mars, broyttist gerandisdagurin, eins og fyritreytirnar fyri at ferðast.
Onkur flokkur á Glasi slapp avstað á námsferð, men nógv sum skuldu til Fraklands ella Portugals í vár sluppu ikki avstað. Ferðirnir vórðu útsettar í seinastu løtu orsakað av óvissu koronastøðuni.
Næmingarnir vóru ónøgdir við hetta men fara nú at fáa fult endurgjald. Tað skrivar Kringvarpið.
Ferðirnar kostaðu samanalgti eina millión og 650.000 krónur. 300.000 krónur eru afturgoldnar, og 1,35 millión verður í næstum endurgoldin úr landskassanum.
Løgtingið verður biðið um at játtar pengarnar í uppskotinum um eykajáttan, sum kom í tingið í gjár, skrivar kvf.fo - 1. viðgerð av uppskoti til eykajáttanarløgtingslóg fyri oktober verður viðgjørt í morgin. Orsøkin til, at peningur verður endurgoldin úr landskassanum, er at Uttanríkis- og mentamálaráðið metir seg hava moralska skyldu at geva næmingunum mista peningin, av tí Glasir avlýsti námsferðirnar, og ikki næmingarnir sjálvir.
Kringvarpið skrivar eisini í morgun, at Glasir hevur tørv á at fáa játtað seks milliónir afturat til at gera útstoypingar millum betongelement á rættan hátt.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald