Innanlands

166 børn og ung á bíðilista í løtuni

Í løtuni er bíðitíðin til barna- og ungdómspsykiatriina uml. 14-15 mánaðir, sigur landsstýrismaðurin í heilsumálum í svari til Sirið Stenberg – Høvuðsorsøkin til, at bíðitíðin er longd seinastu árini er, at munandi fleiri verða ávíst til útgreiningar og viðgerð

(Mynd: Ólavur Frederiksen)

(Mynd: Ólavur Frederiksen)

2021-05-10 10:08 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Bíðitíðin til barna- og ungdómspsykiatriina er uml. 14-15 mánaðir í løtuni, men hóast tað hevur talið á útgreiningum ongantíð verið størri enn í fjør.

Tað sigur Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum í svari til fyrispurning hjá Sirið Stenberg, tingkvinnu fyri Tjóðveldi.

Sirið Stenberg vildi m.a. hava at vita frá landsstýrismanninum, hvussu langar bíðitíðirnar vóru til barna- og ungdómspsykiatriina, og hvussu hann ætlaði at fáa bíðitíðirnar niður.

Í løtuni eru 166 børn og ung á bíðilista, og útfrá verandi ressursum klárar barna- og ungdómspsykiatriin at byrja uml. tríggjar útgreiningar í miðal um vikuna.

– Høvuðsorsøkin til at bíðitíðin er so long og eisini er vaksin seinastu árini er, at munandi fleiri børn og ung eru ávíst til útgreiningar og viðgerð. Í 2019 vóru 183 ávísingar, meðan tað í 2020 vóru heili 306 ávísingar ella ein vøkstur á umleið 60 prosent, sigur landsstýrismaðurin.

Hóast bíðitíðin í løtuni er longri enn eitt ár, verða sjúklingar sjálvandi raðfestir framum á bíðilistanum, um talan er um akutta ella sonevnda subakutta støðu, sigur hann.

– Higartil í ár eru komnar 53 ávísingar. Verður tað talið framskrivað, verður talan samanlagt um umleið 150 til 160 ávísingar í ár, sum aftur er ein lækking av ávísingum ella umleið helmingurin av tí, sum varð ávíst í 2020. Ein tílík framskriving skal tó takast við fyrivarni.

Talið á útgreiningum er eisini vaksið støðugt seinastu árini, og í 2020 vórðu 160 útgreiningar gjørdar. Tað er tað mesta nakrantíð.

Kaj Leo Holm Johannesen sigur, at í løtuni eru 200 børn og ung í medisinskari viðgerði, sum barna- og ungdómspsykiatriin fylgir áhaldandi, og sum fáa bjóðað psykoterapi bæði sum bólkasamrøður og staksamrøður. Hesin parturin hevur í løtuni lægri raðfesting, tí trýstið frá teimum nýggju ávísingunum hevur verið sera stórt, sigur hann.

Sambært landsstýrismanninum í heilsumálum verður áhaldandi raðfest at betra um psykiatrisku viðgerðirnar fyri børn og ung, og í hesum sambandi eisini fyribyrging á økinum.

Hann vísir m.a. á, at royndarskipanin við ókeypis sálarfrøðiligu viðgerð til ung millum 15 og 35 ár nú er farin at virka, og fer hetta vónandi at verða viðvirkandi til, at ávísingarnar til barna-og ungdómspsykiatriina fyri tann eldra aldursbólkin (frá 15 ár til og við 17 ár) fer at minka, sigur hann.

Eisini verður neyðugt at raðfesta starvsfólkaorkuna til vaksandi tørvin, sum hevur viðført verandi bíðilista, sigur Kaj Leo Holm Johannesen.

– Í løtuni vaksa bíðilistarnir, tí barna- og ungdómspsykiatriin megnar ikki at arbeiða undan. Heilt einfalt verða fleiri nýggj børn ávíst til barna- og ungdómspsykiatriina, enn tey klára at útgreina. Hetta er eitt mál, sum landsstýrismaðurin fer at taka upp við leiðsluna í Sjúkrahúsverkinum.

Til ber at lesa allan fyrispurningin og svarið frá landsstýrismanninum her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder