Innanlands

Gunn leggur frá sær: Takk fyri álitið, og takk fyri lán

Eftir átta ár sum stjóri í Norðurlandahúsinum, er áramálið hjá Gunn Hernes runnið, og skjótt letur hon stafettina víðari. Fráfaringarmóttøka verður fríggjadagin

2026-06-08 11:29 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Nógv er hent, síðan norska Gunn Hernes flutti til Føroya fyri at standa á odda fyri Norðurlandahúsinum. Tá ið hon kom í mai 2018, kendi hon hvørki staðið ella fólkini.

– Átta ár seinni er hetta vorðið heim mítt, við sambúgvum, familju, hønur og urtagarði, sigur Gunn Hernes.

Hetta tíðarskeiðið hevur hon stýrt einum stovni við umleið 300 tiltøkum um árið og einari fjølbroyttari norðurlendskari og lokalari mentanarskrá.

- Tað, ið skapar eitt livandi mentanarhús er samstarvsfelagar við hugskotum, listafólk, sum taka kjansir, starvsfólk, ið eru sinni at fara langt, og gestir, sum møta upp – aftur og aftur.

Tíðin sum stjóri hevur verið merkt av bæði broytingum og avbjóðingum, herímillum einari alheimsfarsótt, inflatión, niðurskurði í fíggjarætlanini og kritikki.

- Tað hevur stundum verið strævið. Samstundis er okkara arbeiði styrkt. Vit hava hildið fast í kósini og hildið áfram við menningini av húsinum, eisini við tí, ið ikki altíð sæst á skránni: Netverk, bygnaði, virkisføri og talgilding.  

Fyri Gunn Hernes er Norðurlandahúsið eitt ítøkiligt dømi um norðurlendskt samstarv og ambitiónir fyri eini burðardygg og integrerað Norðurlond.

- Í eini tíð við kríggi, veðurlagskreppu og vaksandi polarisering síggja vit hvussu týdningarmiklir slíkir stovnar eru. Teir halda okkum saman, tá nógv dregur okkum sundur. Samstundis gevur listin nýggj sjónarmið og djúpari fatan av okkum sjálvum og heiminum kring okkum. 

Nú áramálið rennur út, letur hon eftirmanninum stjórasessin.

- Norðurlandahúsið skal vera í førslu og menna seg saman við samfelagnum, sum tað er partur av. Eg upplivi eitt hús við kós, týdningi og áliti – bæði lokalt og norðurlendskt. Tað eri eg errin av at geva víðari. Takk fyri álitið, og takk fyri lánið, sigur Gunn Hernes.

Eftirmaðurin hjá Gunn, Peter Tulinius Krarup, tekur við starvinum sum stjóri 1. september. 

Norðurlandahúsið bjóðar inn til almenna fráfaringarmóttøku fyri Gunn Hernes fríggjadagin 12. juni klokkan 16.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder