![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
Um middagsleitið í gjár varð ein ungur bilførari steðgaður av løgregluni í Havn.
Illgruni var um, at førarin koyrdi ávirkaður, og hetta varð eisini prógvað, tá hann hevði blást í alkometrið.
Blóðroynd er nú tikin av føraranum, sum eisini vísti seg bert at vera 17 ára gamal, og hevði hann sostatt ikki loyvi at koyra. Bilin hevði hann tikið frá einum vinmanni.
Sostatt er hann skuldsettur fýri rúsdrekkakoyring, fyri at koyra uttan koyrikort og fyri at hava stolið bilin, sigur løgreglan.
Um somu tíð var eitt líknandi mál í Suðuroynni.
Ein bileigari ringdi til løgregluna at boða frá, at onkur hevði stolið bilin hjá honum, sum hevði staðið uttanfyri við lyklunum í.
Bilurin varð seinni funnin í Øravík, har onkur hevði koyrt hann útav.
Eftir at hava kannað málið og gjørt fleiri avhoyringar, hevur ein ungur persónur játtað seg sekan í málinum. Viðkomandi er eisini undir 18 ár.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald