Mentan

17. bókin um skakandi tilburðir

John Myllhamar hevur enn einaferð savnað og skrivað um spennandi tilburðir

2022-11-21 20:10 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Skakandi tilburðir 17 er nú komin. Bókin er 135 blaðsíður og innbundin.

Í bókini eru 13 skakandi hendingar, sum eru runt um í landinum.

Vágbingur, sum var á rækjuveiðu norðan fyri Svalbard, har ísurin kleimdi skipið, so tað sakk, manningin mátti bjarga sær á ísinum, meðan ísbjarnirnar nærkaðust. 

Maður, sum náðileyst bleiv dripin á Jamaica, meðan hann arbeiddi hjá Højgaard og Shultz.

Ungur politikari, sum hóast sín unga aldur hevur upplivað hópin av skakandi tilburðum, alt frá av óvart at hava drukkið rustloysara til at koma í havsneyð við stuttleikabáti ímillum Noreg og Hetland.

Hópur av myndum og tekningar frá hendingunum.

John Myllhamar hevur skrivað.


 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder