Innanlands

17,3 milliónir eftir á botnlinjuni hjá Formula

P/F Formula hevði aftur eitt av sínum bestu ársúrslitum í fjør. Tað er á sama stigi sum úrslitið í 2020, sum var besta úrslitið hjá felagnum

(Mynd: Formula)

(Mynd: Formula)

2025-04-25 10:06 Author image
Birgir Nielsen, Nira
placeholder

P/F Formula hevði aftur eitt av sínum bestu ársúrslitum í 2024.

Ársúrslitið á 17,3 mió.kr. er á sama stigi sum í 2020, sum tá var besta úrslitið hjá felagnum.

Formula er størsta KT felag í Føroyum, og hevur við sínum 94 starvsfólkum stórt virksemi í Føroyum. Felagið veitir heildartænastur innan KT til føroyskar kundar í øllum vinnugreinum, umframt at felagið eisini selur tænastur til útlendskar kundar. 

Eitt sum sermerkir Formula er, at starvsfólkini eru størstu partaeigarar ígjøgnum ognarfelagið P/F Seiggi, meðan Føroya Tele framvegis eigur ein part av felagnum.

Uppskot til vinningsbýti til eigararnar av 2024 ársúrslitinum var 16 mió.kr.

[object Object]

Rakstrarroknskapurin
Greiningin byggir á móðurfelags roknskapin hjá P/F Formula.

Bruttovinningurin øktist úr 75,4 mió.kr. í 2023 til 84,6 mió.kr. í 2024. Nettosølan í 2024 er upplýst til 168,4 mió.kr. í mun til 158 mió.kr. í 2023. Sølan í 2024 er tískil økt 6,5 prosent.

Starvsfólkaútreiðslurnar í 2024 vóru 59,9 mió.kr. sammett við 56,2 mió.kr. í 2023.

[object Object]

Úrslitið áðrenn avskrivingar, vanliga nevnt Ebitda, sum vísur rakstrarlønsemi, var 24,8 mió.kr. í 2024 sammett við 19,2 mió.kr. í 2023. Tískil er rakstrarlønsemið betra við 5,6 mió.kr.

Ársúrslitið í 2024 var eitt avlop á 17,3 mió.kr. samanborið við 13,5 mió.kr. í 2023. Vøksturin í ársúrslitið í 2024 var 3,8 mió.kr. ella 28 prosent.

Fíggjarstøðan 
Samlaða fíggjarjavnin hjá Formula P/F í 2024 var 94,7 mió.kr. sammett við 86,2 mió.kr. í 2023.

Serliga kann leggjast merki til, at tøkur peningur er 32,2 mió.kr. í 2024 í mun til 28,5 mió.kr. í 2023.

[object Object]

Eginpeningurin hjá P/F Formula var 39,5 mió.kr. við árslok 2024 sammett við 33,3 mió.kr. í 2023.

Trygdarevni, sum er eginogn í mun til samlaðu skyldur, var 41,7 prosent í 2024 sammett við 38,6 prosent i 2023.

Felagið hevur onga langfreistaða skuld. Stuttfreistaða skuldin í við árslok 2024 var 52,4 mió.kr.

Gjaldførið hjá P/F Formula var gott í 2024. Gjaldførislutfallið var 141 prosent. Tøkur peningur við árslok 2024 var 32,2 mió.kr.  

Vinningsbýti til eigararnar fyri 2024 roknskapin var 16 mió.kr.

Samanumtikið er talan um ein stak góðan roknskap hjá P/F Formula, har rakstrargongd og ársúrslitið er gott. Harumframt er talan um eittt fíggjarliga sterkt felag, sum er væl brynjað til framtíðina.

Høvuðspartaeigarar hjá Formula P/F er P/F Seiggi, sum starvsfólk í P/F Formula eiga. Harumframt er Føroya Tele, sum var høvuðseigarin áðrenn 2018, framvegis ein minniluta partaeigari.

Stjórar í Formula P/F eru Fróði Magnussen, forstjóri, og Árni Arge, fíggjarstjóri. 

Nevndarformaður er Niels Winther Poulsen, advokatur. 


--

[object Object]

Greiningin er gjørd av Birgir Nielsen og ráðgevarafyritøkuni Nira Sp/f, www.nira.fo

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder