Mentan

18 norðurlendingar á summarskeiði í føroyskum

Luttakararnir á skeiðnum koma úr Íslandi, Danmark, Noregi, Svøríki og Finnlandi. Tey verða her í næstan fýra vikur

(Mynd: setur.fo)

(Mynd: setur.fo)

2023-06-26 17:04 Author image
Innsent
placeholder

Aftur í ár skipar Føroyamálsdeildin á Fróðskaparsetri Føroya fyri norðurlendskum summarskeiði í føroyskum máli, kallað Nordkurs

Luttakararnir á skeiðnum eru 18 í tali og koma úr Íslandi, Danmark, Noregi, Svøríki og Finnlandi. Tey verða her í næstan fýra vikur.

Endamálið við skeiðnum er at geva teimum lesandi kunnleika um føroyskt mál og á tann hátt gera tey før fyri at skilja føroyskt og kunna orða seg á føroyskum. 

Eisini er undirvísing í mállæru og framburði, og ymsir fyrilestrar við viðkomandi evnum eru somuleiðis á skránni. Í ár eru fyrilestrar um føroyskar bókmentir, kvæði, málpolitikk, máltøkni, purismu og um enska ávirkan á føroyskt mál. Hesir fyrilestrar gera luttakararnar førar fyri at seta føroyska málið í ein størri norðurlendskan samanhang. 

Sum part av hesum málskeiði fara skeiðsluttakararnir útferðir runt landið, har tey sleppa at royna sínar førleikar og uppliva føroyska mentan og náttúru. 

Skeiðið verður hildið á Føroyamálsdeildini í samstarvi við felagsskapin Nordkurs. Hesin felagsskapur skipar fyri málskeiðum í øllum Norðurlondum, og virkar fyri at stuðla samstarvi millum Norðurlond við at styrkja mál- og mentanarfatan landanna millum. Nordkurs er fíggjað av Norðurlendska ráðharraráðnum. 

Undirvísarar á skeiðnum eru Lena Reinert og Uni Johannesen. Skeiðsábyrgdari og samskipari er Iben Nyholm Debess. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder