2020-06-08 11:04
Í løtuni fáa 1.829 fólk lønarískoyti frá ALS – 866 kvinnur og 963 menn.
Fyri tveimum mánaðum síðani var talið hægri enn 4.000. Hægsta talið var 4. apríl, tá 4.320 fólk fingu lønarískoyti – 1.969 kvinnur og 2.351 menn.
Av teimum, sum fáa lønarískoyti eru, sambært nýggjast tølunum hjá ALS, 764 í Suðurstreymoy. Minsta talið er í Sandoynni, har 25 fólk fáa lønarískoyti.
Talið á fólki, sum fáa vanligan arbeiðsloysisstuðul frá ALS er í løtuni 440. Av teimum eru 239 kvinnur og 201 menn.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald