Innanlands

19-14 til andstøðuna

Nýggjasta veljarakanningin sum Blaðið Vikuskifti og Portalurin kunngjørdu í gjár, er enn ein dyggur smeitur fyri sitandi samgongu

Bárður á Steig Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum (Mynd: Sverri Egholm)

Bárður á Steig Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum (Mynd: Sverri Egholm)

2024-02-11 11:06 Author image
Blaðið Vikuskifti
placeholder

Sambandsflokkurin og Fólkaflokkurin fáa sambært nýggju veljarakanningini sum Spyr.fo hevur gjørt fyri Blaðið Vikuskifti og Portalin ávikavist 9 og 8 tingsessir.

Triði andstøðuflokkurin, Miðflokkurin, stendur í kanningini til at fáa 5,4 prosent, sum er 1,2 prosentstig minni enn á løgtingsvalinum, men flokkurin varðveir síni tvey umboð á tingi.

Les eisini: Norðoyingar peika á Beinir sum løgmann

Harvið stendur andstøðan til at fáa 19 av teimum 33 sessunum á tingi. Altso enn ein dyggur smeitur fyri sitandi samgongu, sum ikki hevur havt serliga góðar veljarakanningar hesar seinastu mánaðirnar.

[object Object]

Tó so. Seinast Spyr.fo gjørdi veljarakanning fyri betta blað, tað var 9. november, fekk samgongan bert 13 tingsessir ímóti 20 til andstøðuna. Nú er samgongan komin upp á 14 sessir, men framvegis langt fá einum meiriluta á tingi.

Síggj alla veljarakanningina ókeypis í Blaðnum Vikuskifti her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder