Innanlands

2. jólakvøld verður øðrvísi

Hetta, um tilmælini sum í dag eru longd, verða hildin. Meira bendir á, at vit fáa fleiri tilmæli/átøk enn færri skjótt

2021-12-21 13:15 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Nýggja Omikron-frábrigdi hevur gjørt sítt inntriv í Evropa seinastu vikurnar og eisini í Føroyum. Heilsuverkið hevur verið rakt av koronusmittu í seinastuni, og tað er eingin ivi um, at starvsfólkini hava ovmikið at gera, millum annað orsakað av koronustøðuni. Hetta kom millum annað fram í síðstu viku, tá boðað varð frá, at Apoteksverkið at taka sær av koppsetingunum. Tá segði landsapotekarin, at starvsfólk hava seinasta árið nýtt nógva orku uppá koppsetingar, og at hetta nú serliga er ein trupulleiki í Suðuroynni og í Klaksvík - um eina viku verður byrjað at koppsett á apotekinum í Klaksvík.

Tó er heilsuverkið ikki undir stórum trýsti. Trý fólk eru í løtuni innløgd á koronudeildini - 376 onnur fólk eru smittað við koronu. Tað hevur verið sligið fast, at endamálið við tilmælunum er at verja tey veiku og heilsuverkið frá at koma undir trýst.

Longd tilmæli - ávirkar serliga náttarlívið og ferðandi

Í millum annað Danmark er høgt smittutrýst, har Omikron spjaðir seg. Fleiri ferðandiúr júst Danmark kunnu væntast næstu tíðina, og sambært tilmælunum hjá heilsumyndugleikunum skulu øll ferðandi skulu í heimauppihald til svar uppá kanning 2. dag eftir komu. Tað er krav, at øll verða kannaði við landamørkini við komu, men tey skulu heldur ikki koma í samband við nógv fólk tey næstu samdøgrini.

Eins og í fleiri øðrum evropeiskum londum, er sjóneykan sett á skeinkistøðini. Eitt av punktunum hjá myndugleikunum er, at "Skeinkistøð og matstovur eiga at lata aftur kl. 23"

Eitt annað er, at í mesta lagið 100 fólk kunnu savnast við koronapassi - hóast landslæknin hevur sagt við Portalin, at í sambandi við útbreiðsluna av Omikron hevur koronupassið altsamt minni týdning, tí koppsetingin verjir í minni mun ímóti sjúku eins og fyrrverandi sjúka eisini í munni mun, verjir ímóti smittu av Omikron. Hesi samanlagt - og sjálvandi serliga tað fyrra - hava stóra ávirkan á skeinkistøðini til 2. jólakvøld, ið vanliga er eitt kvøld, har heilt nógv fara í býin.

So er spurningurin, um ætlanin hjá teimum ymsu støðunum kring landið er, at lata aftur so tíðliga á einum av sínum størstu døgum á árinum. Lyfti kom um nøktandi hjálparpakkar úr landstýrinum, í samband við at tilmælini upprunaliga komu í gildi. 

Tað er meira, ið bendir á, at vit fáa fleiri tilmæli/átøk enn færri skjótt. Løgmaður boðar í skrivinum í dag frá, at nýggj átøk møguliga koma millum jól og nýggjár - hetta verður uttanfyri "ferðsluljósskipanini"

Til ber at síggja tilmælini og lesa meira her: Tilmælini longd til eftir nýggjar

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder