
Nøkur starvsfólk frá Klaksvíkar sjúkrahúsi fara framvegis at vera partur av koppsetingartoyminum, men tó mest í mun til ta umsitingarliga. Trupulleikar eru har við at lyfta uppgávuna, tí starvsfólk hava seinasta árið nýtt nógva orku uppá koppsetingar - hava gjørt slakar 20.000 koppsetingar- umframt at so nógvar aðrar uppgávur eru.
Hetta var Hjalti Gunnarstein, landsapotekari, inni á í tíðindunum í Kringvarpinum fyrr í dag.
Líknandi støða er á Tvøroyri, men tað verður í fyrstu syftu bara í Klaksvík, at tað verður Apoteksverkið, ið fer at standa fyri kanningunum. Tað er Sjúkrahúsverkið, ið hevur biðið um at flyta koppsetingarnar til Apoteksverkið.
- Nú er avtala gjørd við Apoteksverkið um, at koppsetingarnar í Klaksvík frameftir verður á Norðoya apoteki, sum liggur á Klaksvíksvegi. Fyrstu koppsetingarnar verða á apotekinum tann 28. desember.
Hesum boðar Sjúkrahúsverkið frá í tíðindaskrivi seinnapartin. Starvsfólk í Apoteksverkinum, sum skulu blanda og prika, skulu nú hava undirvísing í koppseting. Hjalti Gunnarstein sigur við Kringvarpið, at tað ikki er greitt, nær byrjað verður á hinum apotekunum ella um lækni fer at vera til staðar.
Tað er tó greitt, at tað at børn ikki verða koppsett á apotekinum - tað verður hjá kommunulækna - og at koppsett ikki verður í upplatingartíðum hjá apotekinum, men nakrar aðrar tímar.
Les eisini:
Yvir 10.000 hava fingið triðja prikið
Framskunda triðja prik við tveimum vikum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald