Leygardagin 20. apríl frá klokkan 20 verður tað aftur proppað við spennandi tónleiki á Reinsarínum, tá 2. innleiðandi umfar av Sement 2024 verður skotið í gongd.
1. umfar var leygardagin 13. apríl. Tá komu bólkurin "Ókendir" og einstaklingurin Jákup Eli víðari til finaluna.
Les eisini: Tað nýggja fríska lotið og tað inniliga in your face komu víðari
Nú skulu næstu finalistarnir finnast. Millum bólkarnir, sum skulu framføra í Reinsarínum nú leygardagin, er fjølbroytni, hvat tónleikastíli viðvíkur, og ymisk kend og spennandi nøvn: Ester Skála, Volapuck, Ragnar Finsson, gówa og Ása Brynjarsdóttir.
Seinasta umfar eftirlýsti verturin Bjørk Lamhauge fleiri kvinnuligir luttakarar - hesa ferð verða tað fýra kvinnur oddafólk.
Atgongumerki til 2. umfar kunnu keypast á atgongumerki.fo
Í Sement kann mann fáa eitt slag av gjøgnumbrotið. Tey trý, ið enda fremst í kappingini fáa studiotíð, og luttøka á SPOT Festivalinum í Aarhus og á G! Festivalinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald