Sjeynda studioútgávan hjá 200, REYVHEART, kemur eftir ætlan út 1. juli.
Men í dag er komin út ein brellbiti á talgildu stroymingartænasturnar. Ein old-school single, sum hevur 2 síður og harvið tvey løg. Løgini eita Leðurhúsið og Ilt í fyrstani, sum ávikavist eru um dupultmoral um samkyndleika og ein mann, sum hevur sína heilt egnu tulking av hvat ein manslega er fyri nakað – og seinna lagið er um neyðtøku. Júst hvør neyðtekur hvønn vilja vit lata fólk sleppa at tulka sjálv.
Í annaðkvøld vera nøkur av nýggju løgunum framførd í OY, har 200 spælir konsert saman við Swangah. Annars er 200 á skránni á G! í ár, men áðrenn tað verður útgávukonsert tá ið fysiska plátan er komin aftur úr framleiðslu.
Men til tá kunnu 2 løg hoyrast har tú vanliga stroymir tónleik.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald