2022-12-23 20:37

Ikki øll eru líka heppin í Gekkinum. Í kvøld slapp Eyðna Justinussen í Leirvík ígjøgnum við fullari plátu og slapp av álvara at royna seg. Gekkurin var í kvøld 2,9 milliónir kónur.
Eyðna valdi at deila upphæddina í trý, og seta eina millión á hvønn leyp. Tað bleiv tó ongantíð veruliga spennandi, tí tríggjar ferðir lendi Eyðna Justinussen á 20.000 krónum. Í síðsta snari var hon nakrar seymir frá bláa leypinum og milliónini.
Men 20.000 krónur eru eisini pengar, og ein fín jólagáva.
- Tað var ikki so galið, helt Eyðna Justinussen fyri.
Næsta fríggjakvøld er Gekkurin tríggjar milliónir krónur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald