Innanlands

2019 var eitt gott ár hjá BankNordik

Hevði 207 milliónir krónur í avlopi og ætlar at rinda góðar 67 til eigararnar í vinningsbýti

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2020-02-27 07:48 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Árið í fjør hilnaðist væl hjá BankNordik, hóast umstøðurnar at reka bankavirksemi sum heild eru vorðnar meiri avbjóðandi. Úrslitið fyri skatt gjørdist 260 milliónir krónur, og rakstrarúrslitið 289 milliónir krónur. Bankin væntar ein framhaldandi hóvligan útlánsvøkstur í 2020.

2019 var enn eitt ár við nógvum virksemi í føroyska samfelagnum, og tað sæst aftur í hóvliga útlánsvøkstrinum til privatu húsarhaldini. Tølini vísa, at føroysku kundar bankans í alsamt størri mun velja at fíggja bústaðin við realkredittláni, meðan eftirspurningurin eftir siðvanda bankaláninum er minkaður.

- Virksemið hjá samtakinum royndist sum heild væl í 2019, og úrslitið gjørdist betri, enn vit upprunaliga væntaðu. Árið var m.a. merkt av nýggjum talgildum gjaldsloysnum, og harumframt fóru vit undir at bjóða privatkundum og vinnulívskundum nýggjar lánsmøguleikar til fígging av umhvørvisvinarligum íløgum og nýskapandi verkætlanum, sigur Árni Ellefsen, forstjóri í BankNordik.

[object Object]
Árni Ellefsen, forstjóri í BankNordik

Hóast 2019 var eitt gott ár hjá samtakinum, hava marknaðarumstøðurnar og áhaldandi lága rentustøðið við sær, at tað gerst alsamt meiri avbjóðandi at reka lønandi bankavirksemi. Tískil tillagaði bankin í desember rentur, prísir og bygnað fyri at tryggja ein framhaldandi skynsaman rakstur.

- Tað er ikki hugaligt at fremja slíkar broytingar, ið ávirka bæði kundar og starvsfólk, men tað er neyðugt, um vit eisini vilja vera kappingarfør í framtíðini. Starvsfólkini í samtakinum hava tí rós uppiborið fyri stuðulin og stóra arbeiðið; eisini hóast truplar avgerðir eru tiknar,” sigur Árni Ellefsen.

Dótturfeløgini hjá samtakinum, Trygd og Skyn, høvdu eisini eitt gott ár í 2019. Tryggingarinntøkurnar hækkaðu, meðan skaðarnir vóru á einum lutfalsliga lágum støði. Stóri eftirspurningurin eftir bústøðum sæst aftur í virkseminum hjá Skyn, sum seldi 240 ognir í 2019 samanborið við 234 ognir í 2018. Umframt ognirnar á sølulistanum avgreiddi Skyn eisini 86 privatar sølur.

Avlopið fyri 2019 gjørdist 207 milliónir krónur, og av hesum ætlar bankin at gjalda íleggjarunum 67,2 milliónir í vinningsbýti. Hetta svarar til 7 krónur fyri partabrævið. Broyttu marknaðarumstøðurnar hava við sær, at bankin væntar eitt lægri úrslit í 2020 enn í 2019.

 

Ársroknskapurin 2019 í stuttum

- Úrslitið fyri skatt gjørdist 260 milliónir krónur samanborið við 323 milliónir krónur í 2018.

- Rakstrarúrslitið fyri niðurskrivingar gjørdist 185 milliónir krónur samanborið við 179 milliónir krónur í 2018.

- Bankin førdi aftur niðurskrivingar á útlánum fyri 105 milliónur krónur samanborið við 111 milliónir krónur í 2018.

- Rakstrarúrslitið gjørdist 289 milliónir krónur, ið er tað sama sum í 2018.

- Útlán bankans lækkaðu úr 10 milliardum krónum í 2018 til 9,9 milliardir krónur í 2019.

- Innlán bankans hækkaðu úr 13,4 milliardum krónum í 2018 til 14,4 milliarid krónur í 2019.

- Solvensurin hækkaði úr 19,8 prosentum í 2018 til 22,3 prosent í 2019.

- Bankin væntar, at nettoúrslitið fyri 2020 verður 100-150 milliónir krónur (2019: 207 milliónir krónur).

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder