placeholder
Innanlands

21 grundstykki til sethús - 13 til raðhús

Í desember undirskrivaði borgarstjórin, Jógvan Skorheim, avtalu um keyp av ognarpørtum á Fossum, og í gjár var lisitatión av útstykkingini, sum SNA arkitektar hava projekterað.

Fýra tilbøð komu inn frá byggjifyrtøkum (Mynd: Klaksvíkar kommuna)

Fýra tilbøð komu inn frá byggjifyrtøkum (Mynd: Klaksvíkar kommuna)

2020-02-12 18:44 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Í fyrsta byggistiginum verða 21 grundstykkir til sethús og 13 til raðhús.

Inn komu fýra tilboð:

  • Articon 33.667.673 kr
  • J&K Petersen 39.484.141 kr
  • Kanjon 36.650.840 kr
  • RTS 30.978.377 kr 

Kostnaðarmeting: 37.448.853 kr

Teir projekterandi eru í ferð við at nærlesa tey innkomnu tilboðini, fyri síðani at koma aftur við einum tilmæli um, hvør fær arbeiðið.

Arbeiðið byrjar eftir ætlan í mai 2020. 

Klaksvíkar Kommuna

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder