
Ungi sviin, ið verður skuldsettur fyri spreingingina í Skattestyrelsen í Keypmannahavn fyri tíggju døgum, skal til Danmarkar at standa til svars fyri sína atgerð.
Hetta varð staðfest seinnapartin í gjár á einum rættarfundi í rættinum Malmö. 22-ára gamli maðurin noktaði annars fyri at verða fluttir til Keypmannahavnar, men dómarin, Fredrik Landgren, gekk ynskinum hjá donsku løgregluni á møti. Hann segði, at tað var eingin orsøk til ikki at fygja handtøkuboðunum hjá donsku løgregluni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald