Innanlands

22 professarar og granskarar í Svøríki: Tey fólkavaldu noyðast at grípa inn nú

Í einum skrivi í Dagens Nyheder verður hvassliga funnist at Anders Tegnell og kósini, ið svenskir heilsumyndugleikar hava valt í stríðnum móti korona

Anders Tegnell er stjóri í svenska heilsuverkinum. Í Svøríki eru tað heilsumyndugleikarnir ið seta kósina í koronastríðnum og ikki politikkararnir (Mynd: EPA)

Anders Tegnell er stjóri í svenska heilsuverkinum. Í Svøríki eru tað heilsumyndugleikarnir ið seta kósina í koronastríðnum og ikki politikkararnir (Mynd: EPA)

2020-04-15 10:03 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Vit nærkast einari líknandi støðu, sum tey hava í Italia.

Hetta ávara 22 professarar og granskarar í Svøríki nú um. Í einari útmelding finnast teir harðliga at tilgongdini hjá svensku heilsumyndugleikunum, ið við stjóranum í heilsuverkinum Anders Tegnell á odda, hava hildið samfelagið nógv meira opið enn í londunum rundanum Svøríki.

Hetta vísa teir á er ein stórur feilur. Talan er um professarar og granskarar frá nøkrum av størstu sjúkrahúsunum og granskingarstovunum í Svøríki, millum annað Karolinska Institutet. 

Í blaðnum Dagens Nyheder vísa teir 22 á, at deyðstalið er væl hægri, og at tað vaks við 114 í gjár, er sigandi og rámandi. Teir hava roknað miðaltalið út frá trimum døgum upp til páskir. Tá doyðu 10,2 persónar við korona fyri hvønn millión íbúgva í Svøríki (teir gera ikki greitt hvørjir dagar eru valdir og hví). Til samanberingar var talið hesar dagarnar í Italia 9,7, Danmark 2,9 og Noreg 2,0 og Finnlandi 0,9. 

Tað er millum annað útfrá hesum tølunum, at teir vísa á, at har manglar ein langtíðarætlan,  ein ætlan sum er gjøgnumhugsað, og sum kann eydnast. Anders Tegnell hevur víst aftur, at har ikki er ein verulig ætlan í svensku tilgongdini, og at tað at steingja ov nógv ov leingi, als ikki er haldbart. 

Júst tað at persónar sum Anders Tegnell taka avgerðirnar, halda teir 22 verða eitt mistak.

- Hvussu skal man vinna dystin, um teir fólkavaldu goyma seg aftanfyri embætismenn, som fullkomiliga stýra leiðini? Embætismenn sum higartil ikki hava víst nøkur evni yvir til at verða framskygdir ella til at tálma tí gongdini, sum vit nú hava. 

Les eisini: Svøriki: Grannalandið ið valdi ein øðrvísi leist 

Ein av professarunum, Jan Lötvall frá Gøteborg Universitet, sigur við Aftonbladet , at svenska fólkið framvegis ikki hevur fatað álvaran við koronavirusinum; millum annað tí at ivasom kunning er komin frá myndugleikunum og teimum fólkavaldu

Deyðstalið í Svøríki er komið uppum 1.000.

-------------------------------------

Fakta: Ikki er vist, at øll eru deyð av covid-19 virus.

Gjørt verður vart við, at tað ikki er vist, at tey fólk, sum eru skrásett at vera deyð orsakað av covid-19, veruliga eru deyð av hesum virus. Altjóða skipanirnar, fyri skjótt at staðfesta og dagføra talið av deyðum, eru soleiðis innrættaðar, at um ein persónur doyr, og viðkomandi er skrásettur at hava verið raktur av covid-19 í einum tíðarskeiði á 60 dagar innan deyðin varð staðfestur, verður hesin skrásettur sum eitt av offrunum fyri heimsumfatandi covid-19 umfarssóttini.

Hetta er gjørt fyri lættari at kunna heinta upplýsingar út úr verandi edv- og kt-skipanum. Sostatt má roknast við, at ein partur av teimum deyðu í uppgerðini eru deyð av orsøkum, sum einki hava við covid-19 smittuna at gera.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder