Innanlands

23 ára gamal bryggjari: Praktikantølin útseld upp á fáar vikur

Dreingjadreymurin hjá dananum Jens Fredsø Kold gjørdist veruleiki, tá hann slapp at bryggja eina øl fyri Okkara. Ølin var so mikið væl umtókt, at hon varð útseld upp á tríggjar vikur. Nú er bryggjaríið í uppskoti til heiðursløn á Vinnuháskúlanum í Aarhus

(Mynd: Okkara / Erhversakademi Aarhus)

(Mynd: Okkara / Erhversakademi Aarhus)

2021-04-16 18:44 Author image
Sverri Egholm
placeholder

4.000 seldar fløskur upp á tríggjar vikur.

Tað eru tølini fyri Okkara Bragd No. 11. Ein øl, sum Jens Fredsø Kold menti, meðan hann í fimm mánaðir var í starvsvenjing hjá bryggjarínum á Velbastað.

Starvsvenjingin var partur av matvøruútbúgvingini, sum ølentusiasturin tekur á Vinnuháskúlanum í Aarhus. Jens Fredsø Kold hevur skotið Okkara upp til ársins praktik-heiðursløn á skúlanum.

- Tað var stórt tann dagin, tá eg sá etikettirnar verða settar á mína øl, men upp aftur størri, tá eg sá fløskurnar á hillunum í handlunum. Eg var ovfarin hvussu væl fólk tóku ímóti, sigur 23 ára gamli Jens Fredsø Kold við heimasíðuna hjá skúlanum.

Okkara Bragd No. 11 er ein øl av slagnum New England IPA, sum er eitt nýtt ølslag, og sum ikki hevur verið bryggjað í Føroyum áður. Umframt tær 4.000 fløskurnar, vórðu 800 fløskur sendar við Jensi til Danmarkar, har tær vórðu seldar eftir einari viku.

Jens Fredsø Kold letur væl at uppihaldinum í Føroyum. Hann sigur, at eftir arbeiðstíð varð hann millum annað við til ymiskt í føroysku náttúruni, so sum at skjóta harur og at reka seyð.

[object Object]

Hann greiðir frá, at umframt at menna og royna sína egnu serøl, og at bryggja við 4.000 litra stóru ketlunum á Velbastað, arbeiddi hann eisini við mannagongdum, og at bøta um hesar.

- Eg var fyrsti praktikanturin hjá Okkara, og teir góvu mær frælsi at seta mína egna dám á uppihaldið. Tey vóru áhugaði í at hjálpa og stuðla mær allan vegin, tey hava uppiborið heiðurslønina, sigur Jens Fredsø Kold, sum verður liðugur við sína útbúgving januar næsta ár.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder