
Ein 23 ára gamal maður var í gjár handtikin fyri grovan narkokriminalitet saman við ókendum gerningsmonnum, og seinnapartin í dag var grundlógaravhoyr. Maðurin er varðhaldsfongslaður í fýra vikur, meðan løgreglan kannar málið.
Tað veit útvarpið seinnapartin.
Løgreglan handtók mannin á bústaði hansara í gjár, og fann nógv rúsevni, sum maðurin hevði í varðveitslu. Eitt kilo av amfetamini, 700 gramm av mdma, 180 gram av kokaini og 400 gram av hassji í varðveitslu. Tilsamans meira enn tvey kilo.
Undir handtøkuni sló maðurin við knýttum neva ein løgreglumann í høvdið fleiri ferðir, so hesin fekk skaða. Eisini fann løgreglan eina byrsu og patrónir heima hjá manninum.
Maðurin noktar seg sekan í at hava rúsevni í varðveitslu og fyri at hava framt harðskap, men játtar at hava byrsu í varðveitslu, men sigur seg ikki eiga hana, sigur útvarpið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald