2020-03-23 07:58
Í morgun varð boðað frá, at tilsamans 118 føroyingar nú hava fingið staðfest koronasmittuna, og somuleiðis boðar Heilsumálaráðið frá, at tilsamans 23 føroyingar nú eru vorðnir frískir aftur.
Fyri at staðfesta, at smittaði fólk eru frísk aftur, skulu ganga 48 tímar uttan sjúkueyðkenni. Tá bera tey ikki smittuna longur og kunnu loysast úr sóttarhaldi.
Heilsumálaráðið boðar í morgun frá, at ein føroyingur við korona nú er innlagdur á sjúkrahúsi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald