
Tað verður ofta sagt og í kanningum víst á, at sum tilflytari er tað at læra málið tað mest umráðandi.
- Tórshavnar Kvøldskúli ger nógv burtur úr at skipa fyri undirvísing í føroyskum fyri tilflytarar - føroyskt sum annaðmál
Hetta skrivar Tórshavnar kommunua á heimasíðu sínari, í samband við at 23 tilflytarar í trimum flokkum hava lokið prógv í føroyskum sum annaðmál á Tórshavnar Kvøldskúla.
Í hesum sambandi varð skipað fyri samkomu fyri næmingum og avvarðandi, umframt lærarum, í gjár. Har segði Jógvan Sørin Hansen, skúlaleiðari, segði nøkur orð og handaði næmingunum prógvið.
Myndir: torshavn.fo
Talan er um næmingar á øllum trimum stigum, føroyskt sum annaðmál 1, 2 og 3, og fýra næmingar hava hesaferð staðið tvær royndir. Undirvísarar hava verið Petra Gregersen, Jóna Kristin Thomsen, Vár Hansen og Petra Olsen.
Undirvísingin í føroyskum sum annaðmál heldur fram í 2023, og nú ber til at tekna seg til skeiðini (skeið 800) á heimasíðu Kvøldskúlans, upplýsir Tórshavnar kommuna.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald