Innanlands

Jóngerð M. Nielsen forkvinna í Umboðsráðnum

Umboðsráðið hjá Ognarfelag Tryggingartakaranna hevur skipað seg eftir valið í september.

(Mynd: Betri)

(Mynd: Betri)

2026-11-29 12:19 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Eftir umboðsráðsvalið í september hevur umboðsráðið hjá Ognarfelag Tryggingartakaranna skipað seg við Jóngerð M. Nielsen sum forkvinnu og Olafi í Garði Joensen sum næstformanni, skrivar Betri í tíðindaskrivi.

Pauli Klakkstein, Dávur R. Petersen og Urd Potts vórðu vald í tilráðingarbólkin, sum ger tilmæli til umboðsráðið um val av nevndarlimum. Bólkurin hevur skipað seg við Paula Klakkstein sum formanni.

Umboðsráðslimirnir Karl Leonsson og Rúna í Skála vórðu vald í nevndina fyri Betri Stuðul. Har sita frammanundan tvey umboð úr nevndini í Betri P/F, Jens Johan Dam sum formaður og Mortan Simonsen sum nevndarlimur.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder