Innanlands

2.368 negativar kanningar upp í slag

Eingin hevur koronasmittuna í Føroyum í løtuni - 84 kanningar vórðu gjørdar í gjár

Tríggjar vikur eru síðani, at seinasti tilburðurin varð staðfestur

Tríggjar vikur eru síðani, at seinasti tilburðurin varð staðfestur

2020-05-13 13:02 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tríggjar vikur eru síðani seinasta staðfesta koronatilburðin í Føroyum. 

Eingin føroyingur er í løtuni staðfestur smittaður við coronusmittuni. Teir í alt 187 føroyingarnir, ið hava fingið staðfest coronasmittuna, eru allir staðfestir frískir. Hetta byggir á í alt 8.638 kanningar, skrivar Heilsumálaráðið.

Tær 84 kanningarnar sum vórðu gjørdar í gjár, vóru allar negativar. Tað hava nú tær seinastu 2.368 verið. 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder