2020-02-18 08:06

Ferðsluløgreglan framdi fyrrapartin í gjár eitt sokallað málrætta átak á Tvøroyri í gjár.
Úrslitið av kanningini var, at 24 mál vórðu skrásett – øll teirra tó ikki meira álvarslig, enn at tey bara geva bót.
Talan var um bilførar og prutlførarar, sum ikki høvdu koyrikortið við sær, um slitin dekk, um brek á lyktunum og um koyring uttan at brúka trygdarbelti, upplýsir vaktleiðarin á løgregluni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald