Innanlands

24 danir eru nú deyðir við covid-19

Ógvusliga lopið í uppgerðini av deyðum skyldast broyttan máta at telja

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2020-03-23 14:02 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Talið av dønum, sum erudeyðir við koronavirus er nú komið upp á 24, vita danskir miðlar at siga nú frá Statens Serum Institut.

Í gjár var talið av deyðum sagt at 13, so nú er talið sostatt næstan tvífaldað og vaksið við 11 fólkum.

Orsøkin til ógvusliga vøksturin er mátin, sum tølini verða gjørd upp, skrivar tv2.dk.

Higartil hava tølini tikið útgangsstøði í persónnummar-skrásetingini. Men frá og við í dag verða tølini av deyðum við koronavirus tikin úr skrásetingini, sum eitur Dødsårsagsregistret, upplýsir Sundhedsstyrelsen, og tað gevur færri seinkingar, verður sagt.

Nýggi mátin at gera tølini upp vísir, at í gjár vórðu staðfestir tríggir tilburðir av fólkum, sum doyðu við koronavirus, og samlaða talið øktist tí frá 21 til 24 fólk.

Ikki er vist, at korona ella covid-19 er veruliga deyðsorsøkin, vísir Sundhedsstyrelsen á. Men hesi vóru smittað, tá tey andaðust.

Talið av innløgdum á sjúkrahúsi við covid 19 er nú 254, harav 55 á intensivari deild og 47 í respirator.

1.450 danir eru nú smittaðir. Sunnudagin var talið 1.395, skrivar tv2.dk. 

-------

Fakta: Ikki er vist, at øll eru deyð av covid-19 virus

Gjørt verður vart við, at tað ikki er vist, at tey fólk, sum eru skrásett at vera deyð orsakað av covid-19, veruliga eru deyð av hesum virus. Altjóða skipanirnar, fyri skjótt at staðfesta og dagføra talið av deyðum, eru soleiðis innrættaðar, at um ein persónur doyr, og viðkomandi er skrásettur at hava verið raktur av covid-19 í einum tíðarskeiði á 60 dagar innan deyðin varð staðfestur, verður hesin skrásettur sum eitt av offrunum fyri heimsumfatandi covid-19 umfarssóttini. Hetta er gjørt fyri lættari at kunna heinta upplýsingar út úr verandi edv- og kt-skipanum. Sostatt má roknast við, at ein stórur partur av teimum deyðu í uppgerðini eru deyð av orsøkum, sum einki hava við covid-19 smittuna at gera.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder