Innanlands

260.000 krónur til Team Rynkeby

Gallaveitslan hjá Team Rynkeby Føroyum gav í ár 260.000 krónur, og fer hesin peningurin óskerdur til at hjálpa føroyskum børnum við lívshættisligum sjúkum

2020-02-16 09:32 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í gjárkvøldið var árliga gallaveitslan hjá Team Rynkeby Føroyum.

Tiltakið er skipað á tann hátt, at øll arbeiða sjálvboðið, eins og matur og drekka verður latið ókeypis, so at allur peningurin, sum kemur inn frá søluni av atgongumerkjum, fer til hjálpararbeiðið hjá Team Rynkeby Føroyar.

Veitslan var aftur í ár hildin á Hotel Føroyum, og varð skipað fyri fyrsta floks undirhaldi.

Team Rynkeby Føroyar sigur í tíðindaskrivi, at undirtøkan til veitsluna í ár hevur verið framúr góð, og vóru atgongumerkini til veitsluna útseld fyri fleiri vikum síðani.

Í sambandi við veitsluna varð sjálvandi ein kekkur handaður fyri innkomnu pengarnar, og veitslan gav í ár 260.000 krónur – 20.000 krónur meira enn í fjør.

Innkomni peningurin fer óskerdur til at hjálpa føroyskum børnum, sum verða rakt av lívshættisligum sjúkum, umframt familjur teirra og gransking innan hesar sjúkur í Føroyum.

Gallaveitslan er tað einstaka tiltakið, sum gevur flest pengar til innsavninginina hjá Team Rynkeby í Føroyum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder