2020-05-19 11:06

Heldur ikki í gjár var nøkur koronakanning positiv. 68 kanningar vórðu gjørdar, og allar vóru negativar.
Tað upplýsir Landslæknin, nú seinastu kanningarúrslitini eru tøk.
Í alt hava 187 føroyingar fingið staðfest coronasmittuna, og allir 187 eru staðfestir frískir. Seinastu tilburðirnir vórðu staðfestur 23. apríl.
Samanlagt eru nú 8.931 kanningar gjørdar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald