Uttanlands

28-ára gamal maður skuldsettur fyri álopið í Ný Sælandi

Víðgongdi avstraliumaðurin, sum allarhelst stóð handan álopi á moskurnar, er varðhaldsfongslaður til 5. apríl. Jacinda Ardern lovar broyting í vápnalógini

Skuldsetti Tarrant í rættinum í Christchurch 
(Mynd: EPA)

Skuldsetti Tarrant í rættinum í Christchurch (Mynd: EPA)

2019-03-16 10:15 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Stutt eftir døgurða fríggjadagin lokala tíð fór ein maður at skjóta frá hond í einari mosku í Nýsælendska býnum Christchurch. Hann helt fram til eina aðra mosku, og drap tilsamans 49 muslimar ið vóru savnaðir til middagsbøn. Fleri onnur eru í lívsvanda. 

Les meira

Ein maðurin varð handtikin stutt eftir álopini, sum verður hildin at vera brotsmaðurin. Hann er eyðmerktur sum Brenton Tarrant; ein 28-ára gamal avstraliumaður, sum er víðgongdur á høgravonginum. Tarrant framdi helst álopið sum eitt álop á islam, og ta ávirkanina ið hann metti, at tað hevur á samfelagið. Álopið er samanborið við tað hjá Anders Behring Breivik í Noregi í juli 2011, tá høgravendi maðurin við nógva fremmandahatrinum drap 77 fólk í Oslo og á Utøya. Eins og Breivik, sær tað út sum, at Tarrant hevur lagt eitt manifest eftir seg eftir yvirgangsálopið. 

Rætturin í Christchurch avgjørdi í gjár, at 28-ára gamli maðurin skal sita í varhaldi í tríggar vikur. Tann 5. apríl kemur hann so fram fyri rættin aftur, og tá skal avgerð takast, um Brenton Tarrant framhaldandi skal vera fongslaður. Tvey onnur fólk eru handtikin í samband við álopið, men tey eru ikki skuldsett enn. 

Á tíðindafundi í gjárkvøldið okkara tíð sló forsetisráðharrin í Ný Sælandi, Jacinda Ardern, fast, at okkurt má gerast við vápnalógina. Tarrant átti fimm vápn lógliga, og sambært kanning í 2017 vóru 1,2 milliónir vápn skrásett í landinum. Øll yvir 16 ár í Ný Sælandi kunnu søkja um vanligt vápnaloyvi, og at nýta nøkur uttan eftirlit. Tann skuldsetti átti og nýtti millum annað eina rifflu. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder