2020-05-24 12:24
Góða gongdin í Føroyum heldur fram, nú framvegis eingin nýggjur tilburður er staðfestur.
Í gjár vórðu 25 kanningar gjørdar, og tær vóru allar negativar, upplýsir Landslæknin.
Sostatt er støðan framvegis tann, at samlaða talið á skrásettum tilburðum er 187, og at eingin er smittaður síðan 22. apríl.
9.178 kanningar eur nú gjørdar í Føroyum, og eingin smitta er staðfest í seinastu 2.908 kanningunum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald