Innanlands

30 vilja ganga á Brúnni

Kristni eftirskúlin í Skálavík byrjar eftir summarferiuna

Tað sum var Hotel Skálavík (Depilin) verður nú ein eftiskúli

Tað sum var Hotel Skálavík (Depilin) verður nú ein eftiskúli

2020-06-09 17:20 Author image
Agnar Prestá
placeholder

30 ung eru áhugað at ganga á Brúnni komandi skúlaár. Hetta skrivar eftirskúlin Brúgvin á heimasíðu sínari.

Tey sum standa fyri eftirskúlanum í Skálavík skriva, at har eru umstøðurnar góðar.

- Skúlin liggur í vakrari náttúru. Næmingarnir koma at búgva á 2 manskømurum við wc og brúsu, og skúlin er útgjørdur við øllum hentleikum. Alt hetta, saman við ungum og frískum næmingum, vænta vit kemur at gera skúlaárið ógloymandi.

Í løtuni eru ítøkiligu fyrireikingarnar av ársætlan, tímatalvu og øðrum í gongd.

Eftir mong ár við eini eftirskúlalóg men ongum eftirskúla í Føroyum, so verður skúlaárið 20/21 árið, har lógin verður tikin í nýtslu. Umframt kristna eftirskúlan í Skálavík, ið fer at verða, har Depilin var, fer Føroya Eftirskúli á Tvøroyri av álvara undir sítt virksemið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder