2020-02-17 19:01
Sandoyartunnilin sum skal standa liðugur í 2023 er komin so mikið langt, at 3000 metrar eru boraðir.
Í síðstu viku vórðu 145 metrar av Sandoyartunlinum boraðir. Í alt eru nú boraðir 2.976 metrar, av 10.785 metrum.
Í Traðardali vórðu 81 metrar boraðir, og har eru nú 1.654 metrar boraðir
Á Gomlurætt vórðu 64 metrar boraðir, og har eru nú boraðir 1.322 metrar.
Á myndini niðanfyri sæst, har tunnilsliðið á Gomlurætt nú borar undir Kirkjubø. Tað gongur skjótt, og í næstum verður farið út á sjógv. Tó 55 metrar undir vatnskorpuni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald