Í byrjanini av apríl mánað varð ávarað ímóti vælumtóku Kinder-sjokulátuni, sum varð sett í samband við fleiri salmonella-tilburðir.
Nicolas Neykov, stjóri fyri franska partinum av Ferrero, sum framleiðin Kinder-sjokulátuna, sigur, at meira enn 3.000 tons av sjokulátu er afturkallað seinastu vikurnar orsakað av óttanum fyri salmonella.
Málið byrjaði á einari fabrikk í Belgia, sum seinastu tíðina hevur verið stongd. Hon kann lata uppaftur, tá hon yvirheldur øll krøv fyri matvørutrygd, siga myndugleikarnir.
Sjokulátan, sum er vorðin afturkallað, hevur virði á nógvar milliónir krónur tilsamans, upplýsir Nicolas Keykov sambært Ritzau.
Salmonella er ein bakteria, sum kann smita fólk gjøgnum matvørur. Tey, ið verða smittað kunnu vanliga uppliva leyst lív, magapínu, fepur, høvuðpínu og kanska vaml og spýggju. Hetta kann vara alt frá nøkrum fáum døgum til fleiri vikur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald