
Lions Club Liljan er ein felagskapur í Havn við kvinnuligum limum, ið savnar pening, sum fer óskerdur víðari til vælgerandi endamál.
Nú 30 ár eru liðin síðani Kvinnuhúsið byrjaði sítt virksemi, varð mett, at tað vera hóskandi at geva Kvinnuhúsinum eina peningagávu á 30.000 krónur.
Arbeiðið hjá Kvinnuhúsinum er væl skipað og meginparturin av arbeiðinum er gjørt av sjálvbodnum óløntum kvinnum.
Í Kvinnuhúsinum fæst ráðgeving, vegleiðing og hjálp til sjálvhjálp. Eisini ber til at búgva á Kreppumiðstøðini í Kvinnuhúsinum eitt tíðarskeið.
Lions Club Liljan vónar við hesi peningagávu, at kunna vera við til, at stuðla virkseminum og at betra um korini fyri tær kvinnur og børn, ið leita sær vegleiðing og hjálp frá Kvinnuhúsinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald