Innanlands

30.000 tons av gróti skulu flytast úr Porkeri komandi tíðina

Tað ber í løtuni ikki til hjá stórum skipum at leggja at í Porkeri, og tí verður grótið fyrst koyrt til Drelnesar. Ein partur av grótinum skal brúkast til Eysturoyartunnilin

Landsverk hevur heitt á Tvøroyrar kommunu um at fáa loyvið til at avskipa grót, sum kemur úr í Porkeri, av Drelnesi í eitt avmarkað tíðarskeið. Tað er M/S Havfrakt, sum skal flyta grótið um Suðuroyarfjørð (Mynd: tvk.fo)

Landsverk hevur heitt á Tvøroyrar kommunu um at fáa loyvið til at avskipa grót, sum kemur úr í Porkeri, av Drelnesi í eitt avmarkað tíðarskeið. Tað er M/S Havfrakt, sum skal flyta grótið um Suðuroyarfjørð (Mynd: tvk.fo)

2020-04-17 16:42 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Um mánaðarskifti februar-mars var stormur, og tað hevði við sær skaðar ymsastaðni í landinum.

29. februar kom stórur skaði á brimverjuna í Porkeri vegna nógva uppgangin. Hetta hevur við sær, at síðani hava stór skip ikki fingið ligið í Porkeri.

Nógv grót úr Porkeri verður nýtt aðrastaðni í landinum. Landsverk hevur heitt á Tvøroyrar kommunu, um at fáa loyvið til at avskipa “Porkeris” grót av Drelnesi í eitt avmarka tíðarskeið, tí at tað ikki ber til avskipa tað úr havnini í Porkeri.

Tvøroyrar kommuna skrivar á heimasíðu sínari, at heili 30.000 tons av gróti, sum millum annað skulu brúkast til liðugtgerð av Eysturoyartunnlinum, skulu av Drelnesi komandi tíðina .

Grótið verður koyrt úr Skørðinum í Porkeri til Drelnes, har grótbáturin M/S Havfrakt tekur ímóti. Hann siglur síðani hetta á Sund.

Tvøroyrar Kommuna og Landsverk hava undirskrivað samstarvssáttmála hesum viðvíkjandi fram til 30. juni 2020. Serlig atlit vera tikin til ferðlsu og at minst møguligur ampi verður av larmi og dálking, boðar Tvøroyrar kommuna frá.  
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder