2020-03-10 22:51
Heilsumálaráðið upplýstu í gjár, at 33 fólk vóru í sóttarhaldi í sambandi við corona. Hetta er nú broytt, og nýgjastu tølini hjá Sundshedsstyrelsen siga, at 31 fólk sita í sóttarhaldi.
Nýggjastu tølini hjá Sundhedsstyrelsen siga eisini, at framvegis bara tveir føroyingar hava fingið staðfest coronavirusið covid-19.
Tey flestu sum eru avbyrgd eru heima við hús, men nøkur teirra eru á Hotel Vágum, sum heilsumyndugleikarnir hava leigað til sóttarhald.
Í Danmark eru 262 fólk, sum hava fingið coronavirus, og 1.101 fólk eru avbyrgd.
Samlað hava 114.243 fingið staðfest smittuna meðan 4.023 fólk eru deyð.
Tølini hjá Sundhedsstyrelsen eru dagførd klokkan 16:30 í dag.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald