Innanlands

32 fólk í sóttarhaldi

Í alt eru 32 fólk avbyrgd, og níggju av teimum eru í sóttarhaldi á Hotel Vágum. Tveir føroyingar hava fingið staðfest coronavirus

(Mynd: Jens Kr. Vang)

(Mynd: Jens Kr. Vang)

2020-03-06 20:26 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Eftir at tveir føroyingar hava fingið staðfest corona-virusið, eru nú í alt 32 fólk avbyrgd, sigur Heilsumálaráðið í tíðindaskrivi í kvøld.

Tað er Lars Fodgaard Møller, landslækni, sum ger av, hvussu nógv skulu avbyrgjast. Mannagongin er, at landslæknin kannar teir persónar, sum tey smittaðu hava verið í sambandi við.

Tey flestu eru avbyrgd heima við hús, meðan níggu teirra halda til á Hotel Vágum.

Føroysku heilsumyndugleikarnir komu í kvøld við tilmæli um, at tiltøk har fleiri enn 500 fólk savnast eiga at verða avlýst. 

- Ansið eftir hvørjum øðrum, so avmarka vit útbreiðsluna av smittuni. Størsta týdning er at verja okkara eldri og veiku borgarar, segði Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder